* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Sjórænaraálopið fór fram í Adenvíkini nærindis Yemen.

Iranskir sjóhermenn, sum eru umborð á einum iranskum tangaskipi, skutu ávaringarskot móti sjórænarum, sum royndu at taka seg upp á tangaskipið. Tað sigur iranski flotin sambært trygdarfelagnum, Dryad Global.

 

Sambært iranarum varð álopið framt nærindis innsiglingina til Bab el-Mandeb-Sundið í Yemen.

 

Fýra bátar við 4-6 alvápnaðum sjórænarum í hvørjum báti vóru við í álopinum, sum skjótt varð bart aftur, tá sjóhermenninir byrjaðu at skjóta ávaringarskot.

 

Hetta er aðru fer hendan mánaðin, at iranar, sambært iranum sjálvum, hava bart eitt sjórænaraálop aftur.

 

Higartil er bara boðað frá einum sjórænaraálopi í hesum økinum í ár – umframt tey bæði álopini, sum iranar hava verið blandaðir uppí.

 

Iranski flotin hevur verið til staðar í Adenvíkini síðan 2008, at verja iransk og onnur skip móti sjórænaraálopum.

 

Kelda: Maritimedanmark