* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Iranskur tangabátur hjá VLCC

Iranskir tangabátar hvørva frá fylgisveinaeftirliti

Stutt áðrenn amerikansku revsitiltøkini móti Iran verða sett í verk, eru iranskir tangabátar byrjaðir at hvørva frá eftirlitinum, sum fylgisveinar hava av skipaferðsluni. Ivaleyst tí at sendarnir umborð verða sløktir.

 

Fleiri iranskir tangabátar eru horvnir frá altjóða fylgisveinaeftirlitinum av skipaferðsluni.

 

Tað hendir seks vikur áðrenn, amerikansku revsitiltøkini móti landinum verða sett í verk. Mett verður, at grundin er tann, at sendarnir umborð á skipinum snøgt sagt verða sløktir fyri at dylja, hvar skipini sigla. Tað skrivar Bloomberg.

 

Í minsta lagi tíggju VLCC-skip við einari samlaðari last upp á einar 20 milliónir tunnur av olju eru horvin sambært Bloomberg.

 

Bloomberg hevur roynt at fingið eina viðmerking frá NITC, National Iranian Tanker Co, men tað er ikki eydnast teimum.

 

Amerikansku revsitiltøkini verða sett í verk 4. november í ár.

 

Kelda: Shippingwatch