* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Írar byggja heimsins størstu bilferju í Flensburg

Ferjureiðaríið Irish Continental Group hevur bílagt tað, sum verður heimsins størsta bilferja við plássi fyri akførum á ikki minni enn 5.610 metrar breytum. Ordrin, sum týska skipasmiðjan Flensburger Schiffbau-Gesselschaft hevur fingið, hevur eitt virði av 165,2 mió. evrur, svarandi til 1,23 mia. kr.

“Ein ferja av hesi støddini fer at bjóða bæði størri kapasitet og eina betri uppliving fyri bæði ferðafólka- og farmakundar,” sigur Eamonn Rothwell, ið er stjóri í írska felagnum.

Skipið skal setast í sigling millum Dublin í Írlandi og Holyhead í Onglandi í 2020 og avloysir ferjuna Ulysses.

“Hendan íløgan í undirstøðukervið fer at víðka “brúnna” til Bretlands og evropeiska meginlandið, sum er av størsta týdningi fyri framhaldandi framgongd hjá opna írska búskapinum,” leggur Rothwell aftrat.

Nýggja skipið fer at kunna taka 1.500 bilar á fimm dekkum og 1.800 ferðafólk.

Kelda: Irish Continental Group