* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Umleið 30 vísindafólk og manningin, ið taldi 100, hava verið á kanningarferð í Arktis. Tey vóru við einum ísbrótara hjá amerikansku sjóverjuni, Healy.

Ísbrótari við í granskingararbeiði í Arktis

Manningin á ísbrótaranum Healy, sum amerikanska sjóverjan eigur, er júst komin aftur av aðru kanningarferð síni í Arktis, Arctic West Summer 2018. Mission 1802 var ein vísindalig kanningarferð, har vísindafólkini millum annað kannaðu broytingarnar í havinum.

 

Arbeiðið gjørdu vísindafólkini fyri amerikansku havstovuna.

 

Verkætlanin, sum dr. Craig Lee á Nýtslukanningarstovuni Physics Labaratory á University of Washington í Seattle hevur staðið fyri, verður gjørd fyri betur at skilja, hvussu umhvørvið í Arktis ávirkar ymsu løgini í sjónum í Arktiskahavinum.

 

Ber til at skilja umhvørvisligu ávirkanirnar, ber eisini betur til at spáa um, hvussu ísurin fer at bera seg at – og ikki minst verður betur møguleiki at gera ísforsagnir í økinum.

 

Við Healy hesa rannsóknarferðina var manningin, sum taldi umleið 100, og eini 30 vísindafólk og verkfrøðingar. Tey løgdu frá bryggju í Dutch í Alaska hin 14. september.

 

420 føtur langi ísbrótarin, Healy, er ein av tveimum ísbrótarum, sum eru í tænastu hjá amerikansku sjóverjuni, og hann er ógvuliga væl útgjørd til slíkar rannsóknarferðir.  

 

Kelda: Maritime Executive