* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Savnsmynd.

Eitt óvanliga stórt tal av ísfjøllum órógvar í løtuni siglingarruturnar í Norðuratlantshavinum. Hetta noyðir skip at sigla umvegir til tess at sleppa undan vanda. Ísfjøll eru enntá sædd uttan fyri umráðið fyri ísávaring hjá US Coast Guard, sum tí heitir á sjófólk um at vísa eyka varsemi.

”Eg havi ongantíð sæð nakað líknandi. Seinastu stormarnir hava elvt til nógv meiri ís í vár, enn vit hava verið von við,” sigur Gabrielle McGrath, ið er stjóri fyri altjóða Ice Patrol hjá US Coast Guard, í eini samrøðu. 

International Ice Patrol skrásetti herfyri umvegis fylgisvein 455 ísfjøll í eina viku. Hetta er fimm ferðir meira enn miðaltalið undanfarin ár.

Vandin noyðir skip at broyta kós ella venda um. Ein skipaeigari hevur greitt AP frá, at eitt av hansara skipum herfyri fekk skaða, eftir at hava siglt á ís og tískil mátti takast úr sigling til umvælingar.

Frálandsvirksemið er eisini rakt. 29. mars boðaði oljufelagið Husky Energy frá, at eitt ísfjall var nær við at reka á eitt frálandsskip, sum liggur fyri akkeri í Husky White Rose økinum umleið 200 fjórðingar úr Nýfoundlandi. Tað umleið 10 metrar høga ísfjallið var bert einar 180 metrar frá skipinum, men rak framvið, uttan at nakað hendi.

Kelda: Maritime Executive