* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Íslendingar byggja sjey nýggj ísfiskaskip í Norra

Íslendingar eru í fullari ferð í gongd við at endurnýggja sín ísfiskaflota.

Í hesum sambandi hava fýra reiðarí júst gjørt sáttmála við VARD skipasmiðjuna í Norra um at byggja sjey skip, upplýsir heimasíðan hjá Sildarvinnslunni sambært Morgunblaðnum.

Feløgini Gjög­ur, Skinn­ey — Þinga­nes og dótturfelagið hjá Sildarvinnsluni, Berg-Hugin, skulu hava tvey skip hvørt og Útgerðarfé­lag Ak­ur­eyr­inga eitt skip.

Skipini verða 28,98 metrar long og 12 metrar breið. Tey verða útgjørd við tveimum høvuðsmotorum og tveinum skrúvum umframt nýggjum framkomnum ravmagnsspølum frá Seaonics.

Manningarkømruni verða 13 í tali, og skipini kunnu lasta 80 tons av ísaðum fiski í 244 x 460 litra køssum.

Byggitíðin fyri hvørt skipið er 14 mánaðir, og tey fyrstu skipini verða latin á vári í 2019 og hini seinni sama árið.

Samlaði kostnaðurin fyri tey sjey skipini er 700 miljónir norskar krónur.

Kelda:mbl.is