* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Íslendingar gera royndir við nýggjum ísfiskatrolara

Stóra íslendska útgerðarfelagið HB Grandi og turkiska skipasmiðjan Celiktrans Denis Insaat Ltd hava gjørt avtalu um snið av einum nýggjum ísfiskatrolara og einum modelli av trolaranum, sum royndir skulu gerast við, áðrenn endaligur byggisáttmáli verður gjørdur. 

Við í samstarvinum er Nautic EHF, sum er fremsta og samstundis elsta fyritøkan í Íslandi innan skipasmíð og skipatøkni. Fyritøkan hevur havt stóran leiklut í menningini av íslendska fiskiflotanum, síðani ferð av álvara kom á trolingina har yviri. 

Tveir av menningarverkfrøðingunum hjá Nautic EHF, Alfreð Tulinius og Bárður Hafsteinsson, hava gjørt sniðið á nýggja trolaranum og skulu eisini standa fyri royndunum við modellskipinum, sum ætlandi verða seinni í vár, skrivar  TheFishSite News Des. 

Íslendska sniðfyritøkan hevur í mong ár verið á odda innan RSW og ískølaðar fiskatangar, har strong krøv verða sett til góðskuna á fiskinum. Nautic EHF hevur gjøgnum árini gjørt tangaloysnir til skip, ið fiska eftir lodnu, sild og makreli. 

Tá modellroyndirnar av trolaranum eru lidnar, verður støða tikin til, um farast skal víðari við byggingini av trimum nýggjum ísfiskatrolarum, ið hvør verður 55 metrar langur og 13,5 metrar breiður. 

Verður farið víðari, kann fyrsti trolarin verða liðugur miðskeiðis í 2016. 

Turkiska skipasmiðjan smíðar í løtuni eitt uppsjóvarskip til HB Grandi.