* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Íslendsk innrás av svartkjaftaskipum í Føroyum

Eini 12 íslendsk svartkjaftaskip liggja í løtuni í ymsum føroyskum havnum og bíða eftir, at svartkjafturin suðuri í ES-sjógvi kemur norðurum í føroyskan sjógv. Seks av skipunum við umleið 100 monnum umborð hava ligið á Havnini seinastu dagarnar. Flestu skipini eru av Eysturlandinum og úr Vestmannaoyggjunum.

Sambært nýggju fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og Ísland, ið varð gjørd herfyri, kunnu føroyingar og íslendingar fiska ávikavist norðhavssild og svartkjaft hvør hjá øðrum. Íslendsk skip kunnu fiska sínar kvotur í føroyskum sjógvi og føroysk skip sínar kvotur í íslendskum sjógvi.

Íslendska makrelkvotan í føroyskum sjógvi í ár verður eins og í fjør 1.300 tons, og kvotan av aðrari sild enn norðhavssild verður eisini óbroytt 2.000 tons.