* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Guðni Th. Jóhannesson, forseti Íslands.

Íslendski forsetin vitjar í Føroyum

Íslendski forsetin Guðni Th. Jóhannesson var týsmorgunin á vitjan í Tinganesi, har hann heilsaði upp á Bárð á Steig Nielsen løgmann.

Løgmaður vísti á sterku vinarbondini millum Føroyar og Ísland. Íslendski forsetin segði seg vera sera fegnan um, at hansara fyrsta vitjan eftir koronafarsóttina var til Føroyar. Hetta var prógv um sterka sambandið millum Føroyar og Íslandi.

Íslendski forsetin er í hesum døgum á arbeiðsvitjan í Føroyum, har hann m.a. skal halda almennan fyrilestur á Fróðskaparsetri Føroya við heitinum “Nationalism in Turbulent Times.

Guðni Th. Jóhannesson hevur verið forseti í Íslandi síðani 2016.

Kelda: Løgmansskrivstovan