* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Ísrael umhugsar flotaálop á Iran

Ísrael og Iran hava leingi ligið í stríði, og ísraelar skuldseta iranar fyri at standa aftanfyri militsálop inn um markið frá Libanon og Sýria. Nú umhugsar ísraelski forsætisráðharrin at leypa á Iran við herflotanum.

 

Í einari røðu á flotaakademinum mikudagin segði Benjamin Netanyahu, at flotin kann fyrireika seg til, at hann verður settur inn ímóti Iran.

 

- Iran roynir at sleppa uttanum altjóða revsitiltøkini við at smugla olju út sjóvegis. Samstundis sum hetta hendir alt oftari, gerst uppgávan hjá herflotanum størri at forða fyri hesari ferðsluni, segði Benjamin Netanyahu.

 

Sambært The Convention on the High Seas krevur tað, at flaggupprunalandið góðkennir tað, um herfólk úr einum øðrum landi tekur seg umborð á eitt skip í altjóða sjógvi. Og taka herfólk úr øðrum landi seg umborð á eitt skip í altjóða sjógvi, er tað at meta sum at trongja seg inn í eitt annað land.

 

Ísrael hevur fleiri ferðir áður víst, at landið er tilreiðar at bróta altjóða avtaluna, tá tað metir tað hava týdning fyri tjóðskaparlig áhugamál.

 

Kelda: Maritime Danmark