* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
MV Aquarius, sum er eitt bjargingarskip hjá hjálparfelagsskapi, sleppur hvørki til bryggju við 629 flóttafólkum í Italia ella á Malta. Manningin hevur millum annað bjargað flóttafólkunum úr søkkandi bátum í Miðjarðarhavinum.

Italia og Malta nokta flóttafólkum at sleppa í land

Nýggja stjórnin í Italia noktaði í vikuskiftinum einum skipi við 629 flóttafólkum at koma í havn. Malta hevur gjørt tað sama.

 

Maria Skipper Schwenn, stjóri í “Danske Rederier”, sigur við ShippingWatch, at tá nýggj politisk lot gera um seg, sum nú í Italia, roknar hon við, at funnin verður ein politisk loysn.

 

Eitt privat bjargingarskip hevur siglt í Miðjarðarhavinum í eitt samdøgur við 629 flóttafólkum umborð, men uttan at sleppa til bryggju.

 

Skipið, MV Aquarius, hevur roynt at leggja til bryggju, men er burturvíst bæði í Italia og á Malta.

 

ShippingWatch skrivar, at hjálparfelagsskapurin, SOS Mediterranee, sum eigur skipið, sigur, at 400 flóttafólk eru umborð, sum italski flotin hevur tikið upp úr søkkandi bátum í Miðjarðarhavinum.

 

Haraftrat koma 229 onnur, sum manningin á bjargingarskipinum hevur tikið upp úr sjónum ella úr bátum, sum hava siglt út fyri norðurafrikansku strondini. Teirra millum eru 123 børn, sum ongin er at taka sær av, og fleiri kvinnur, sum eru við barn.

 

Trupulleikin er, at tey 629 flóttafólkini eru bjargað, samstundis sum Italia herðir flóttafólkapolitikkin.

 

“Frá í dag fer Italia eisini at byrja at siga NEI til fólkasmugling, NEI til tann handil, sum ólóglig innflyting er,” sigur Matteo Salvini, á Twitter.

 

Umframt at vera leiðari í politiskum høgraflokki, er Matteo Salvini eisini nýggjur innanríkisráðharri í Italia.

 

Kelda: ShippingWatch og ritzau