* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Italia vísir flóttafólkaskipi náði

Fimtan flóttafólk umborð á bjargingarskipinum, Open Arms, vóru so frá sær sjálvum, at tey lupu í havið fyri at svimja í land eftir at hava verið umborð í 19 dagar. Nú hevur italska stjórnin gjørt av at loyva spanska bjargingarskipinum í havn.

 

Tíðindastovan Ansa skrivar, at sambært ákærumyndugleikunum er avgerðin tikin út frá truplu støðuni umborð á Open Arms. Og seint mánakvøldið fingu 83 flóttafólk loyvið at koma í land í Italia.

 

Upprunaliga vóru 147 flóttafólk umborð á Open Arms, men sum frá leið eru fleiri sloppin av skipinum av heilsuávum.

 

Sunnudagin gav harðrendi italski uttanríkisráðharrin, Salvini, 27 børnum loyvi at koma í land.

 

Tað gjørdist samstundis ein av seinastu arbeiðum hansara, tí í gjár sleit italski forsætisráðharrin stjórnarsamstarvið við flokkin hjá Salvini, høgravend flokkin, Liga.

 

Tað er eitt spanskt felag, sum eigur Open Arms, og málið hjá skipinum er at bjarga flóttafólkum í Miðjarðarhavinum.

 

Kelda: Maritime Danmark


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=QgA_wSbUOKY]
Sjónbandaupptøkur, tá flóttafólk umborð á Open Arms loypa í havið.