* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Flóttafólkapolitikkurin hjá hjá nýggju italsku stjórnini ørkymlar international Chamber of Shipping (ICS).

Italskur politikkur ørkymlar shippingídnaðin

International Chamber of Shipping (ICS) er ógvuliga ørkymlað av nýggja politikkinum hjá italsku stjórnini, ið letur aftur fyri tilflytarum, sum skip hjá hjálparfelagsskapum hava bjargað.

 

- At Italia noktar tilflytarum at koma í land, kann fáa álvarsamar avleiðingar fyri kvinnur, sum eru við barn, og fyri børn, skrivar International Chamber of Shipping í einum tíðindaskrivi.

 

Italska stjórnin hevur annars fyrr tikið ímóti tilflytarum, sum bæði farmaskip og skip hjá hjálparfelagsskapum hava tikið upp,  men eftir at Italia hevur fingið nýggja stjórn, hevur landið eisini broytt politikk á hesum økinum, og tað ørkymlar ICS.

 

- At stongja havnir í Italia fyri bátsflóttafólkum fer at fáa álvarsligar avleiðingar fyri handilsskip og ferðsluna sum heild í Miðjarðarhavinum, tá handilsskip aftur fara at vera blandað uppí stórt tal av bjargingum, verður sagt í tíðindaskrivinum.

 

Alheims shippingídnaðurin, sum ICS myndar, má gera sína skyldur sambært altjóða maritima felagsskapinum hjá ST, IMO, og Safety of Life at Sea Convention (SOLAS), um at bjarga hvørjum einstøkum menniskja, sum er í neyð.

 

Síðani flóttafólkakreppan í Miðjarðarhavinum vaks av álvara fyri trimum árum síðani, hava handilsskip bjargað fleiri enn 50.000 fólkum, men herskip og skip hjá hjálparfelagsskapum hava bjargað upp aftur fleiri fólkum hetta tíðarskeiðið.

 

Í 2017 sjólótust í minsta lagi 3000 fólk í Miðjarðarhavinum, fólk, sum royndu at bjarga sær til Evropa.

 

Kelda: Skipsrevyen