* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

ITF ávarar um øking í sjórænaraálopum

Altjóða Flutningsarbeiðarafelagið, ITF (International Transport Federation), ávarar nú um eitt økjandi tal av sjórænaraálopum við gíslatøkum í Guineavíkini. Seinastu tvær vikurnar eru tvey skip álopin og íalt 13 sjófólk eru tikin gíslar.

 

Tað hendir alt oftari í Guineaflógvanum. Skip verða álopin og manning ella partur av manningini verða tikin gíslar, sum heild fyri at útvega gíslaránarum pening.

 

Hin 2. november gekk tað útyvir norska skipið, MV Bonita, sum varð álopið uttanfyri Benin. Her vórðu níggju av manningini tikin gíslar.

 

Bara fáar dagar seinni gekk tað út yvir grikskt skrásetta skipið, Elka Aristotle, og tá vórðu fýra av manningini tikin gíslar, meðan skipið lá í sjálvari Guineavíkini – uttanfyri grannalandið, Togo. Fleiri aðrar gíslatøkur hava verið seinastu mánaðirnar. Tað er gingið út yvir millum annað 8 sjófólk, sum vórðu tikin gíslar við Kamerun í august, og 10 onnur sjófólk vórðu tikin ut fyri nigerisku strondina í juli í ár.

 

Álopini henda við alt styttri millumbilum, og tey gerast framligari og harðligari í hvørjum. Øll sjóvinnan er noydd sum skjótast at taka stig til at bøta um støðuna – og forða fyri endurtøkunum, sum fara fram í Guineavíkini, sigur leiðarin á sjóvinnudeildini hjá ITF, David Heindel.

 

Hann heldur, at londini, sum liggja út til Guineavíkina, noyðast at samstarva við ídnaðin og fakfeløg fyri at eyðmerkja framferðir og seta hóskandi ressursir av fyri at minka um vandan, sum sjófólk og skipaferðslan í løtuni er í.

 

Kelda: Maritime Esecutive