* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eindin hjá A.P. Møller, Maersk Growth, fer at gera størri brúk av íverksetarum.

Íverksetarar skulu sparka nýggjan handil hjá Maersk ígongd

Eindin hjá A. P. Møller “Maersk Growth” skal gera íløgur í nýggjar fyritøkur og økja íverksetarapartin í Maersk, sigur forstjórin, Søren Skou, við Børsen. Endamálið er at skapa virði til framtíðar vøkstur í kjarnuhandlinum hjá Maersk, sum er bingjufarmur.

 

Maersk Growth varð stovnað fyri hálvumøðrum ári síðani og hevur 17 starvsfólk. Eindin hevur higartil gjørt íløgur í fimm fyritøkur: Tradelens/IBM, Loadsmart, Telesense, Ripe.io og Sensor Transport.

 

Endamálið við deildini er kortini ikki at gerast medánarar av ymsum nýstovnaðum fyritøkum, men at gera íløgur í fyritøkur, sum hava møguleikar at koma kjarnuhandlinum hjá Maersk tilgóðar, sigur forstjórin í A.P. Møller sambært Børsen.

 

Kelda: Søfart