182 ferðafólk bjargað av brennandi ferju

Skiparin gjørdi skjótt av, tá eldur kom í maskinrúmið á kanadisku ferjuni, Holiday Island, á veg frá Nova Scotia til Prins Edvard Island. Øll ferðafólkini vórðu bjargað av ferjuni, eftir at skiparin í skjótari vending sigldi ferjuna á land.

 

Átjan av manningini vórðu verðandi umborð á ferjuni, og royndu at sløkkja eldin saman við sløkkiliðsfólki á staðnum.

 

Tað er framvegis ikki eydnast at sløkkja eldin, og nú eru sløkkiliðsfólkini og manningin tikin av ferjuni at trygdarávum.

 

83 bilar standa eftir á dekkinum.

 

Eldurin í maskinrúminum kyknaði dagin eftir, at ferjureiðaríið kunnaði viðskiftafólkini um, at ferjan var seinkað orsakað av tøkniligum trupulleikum. Trupulleikarnir vórðu kortini loystir seinni, og ferjan helt fram leið sína móti Prins Edvard Island, áðrenn eldurin kyknaði.

 

Einki verður sagt um, hvørt tøkniligu trupulleikarnir seinni høvdu nakað vil eldin at gera.

 

Kelda: Maritimedanmark