Ætla at fáa Ågot á sleipistøð í dag

Tamarhald er á støðuni umborð á garnaskipinum Ågot, sum nótaskipið Slættaberg rendi á í Klaksvík seinnapartin í gjár.

Ågot hongur enn á kúlustevninum á Slættabergi.

Í gjárkvøldið og í nátt hava teir landað Ågot, men sjógvur kom at lastini, og tí er ivasamt, um fiskurin kann brúkast.

Roynt hevur verið at tett lekan sum frægast, og fyrrapartin er ætlanin at fáa Ågot á sleipistøð í Klaksvík.

Reiðarin ivast í, um Ågot verður skip aftur.


Kelda: KVF