Ævintýrakend skipafarleið til Grønlands

Farleiðin millum Danmark og Grønland heldur fram at bergtaka. Seinast, nú nýggja skipið á farleiðini, Takuma Arctica, kom til Århus, haðani tað nú er í sigling millum Danmark, Ísland og Grønland.

 

Tað skrivar Søfart.

 

Tað var nýggja bingjuskipið hjá Royal Arctic Line, Takuma Arctica, sum fyri kortum stevndi inn í havnina í Aalborg sum fyrstu havnina á nýggju rutuni. Síðan fór hetta nýggja skipið til Århus, haðani kósin varð sett móti Reykjavík. Umvegis rutunetið hjá Eimskip er samband úr Reykjavík við millum annað havnir í USA og Kanada.

 

Úr Reykjavík helt Takuma Arcitica fram leiðina til Nuuk í Grønlandi.

 

Sambært stjóranum í Royal Arctic Line, Verner Hammeken, er talan um, at 246 ára sigling uppá Grønland nú varð broytt.

 

Tá samsiglingin hjá Royal Arctic Line og Eimskipum kemur upp at koyra heilt, sum ætlað, fara RAL og Eimskip at bjóða felags vikuligar rutur úr Århus.

 

Tað 2.150 teu stóra bingjuskipið, Tukuma Arctica, er størsta “atlantshavskipið” hjá Royal Arctic Line. Tað er smíðað á Guangzhou Wenchong-skipasmiðjuni í Kina.

 

Kelda: Søfart