Áhugin fyri rannsóknarferðum til Svalbard setir met

Áhugin fyri svalbardferðunum ella sonevndu
rannsóknarferðunum, sum norska Hurtigrutan ger til Svalbard um summarið, er
vaksin við 1900 prosentum. Tað hendir, eftir at NRK hevur sent beinleiðis av
Svalbard – minutt fyri minutt, sum tey kalla tað.



 



Stóri áhugin fyri
ferðunum ger, at ferðirnar hjá Hurtigrutuni longu nú eru við at vera útseldar.



 



Sendingarnar hjá
NRK eru gjørdar við ferðamannaskipinum, Spitsbergen, og túrarnir taka millum 6
og 8 dagar.



 



Sjónvarpshyggjararnir
hjá NRK hava kunnað fylgt við minutt-fyri-minutt frá 31. januar til 9. februar í
ár. Friðarligt ella spakuligt sjónvarp sær út at dáma norðmonnum avbera væl.
Serliga er tað náttúran, sum norðmenn ikki kunnu fáa nóg mikið av, skrivar
Skipsrevyen.



 



- Sølan av
rannsóknarkrúsferðum til Svalbard er økt við 1900 prosentum, sigur Rune Thomas
Ege, sum arbeiðir hjá Hurtigrutuni.



 



Kostnaðurin fyri
eina slíka ferð liggur millum 11.000 og 60.000 norskar krónur, t.e. millum
8.000 og 44.000 danskar krónur.



 



Og so skal ongin
trúgva, at NRK er sloppið við MS. Spitsbergen fyri onki. Sambært miðlinum, E24,
hevur NRK goldið umleið 410.000 krónur fyri at hava sjónvarpstoymið við umborð
hendan túrin.



 



- Áhugin fyri
rannsóknarkrúsferðum er vaksin í Noregi seinastu árini, og serliga burðardygg
krúsferðavinna við smærri krússkipum við umleið 500 ferðafólkum hevur havt
framgongd. Ferðir til Grønlands, Alaska, Kanada og Íslands eru eisini høgt í
metum.



 



Kelda:
Skipsrevyen