Altjóða dagur fyri sjófólk


















Í gjár, týsdagin 25. juni, var altjóða dagur fyri
heimsins sjófólk.



 



Í dag eru umleið
1,5 milliónir sjófólk í heiminum. Hetta eru fólk, sum arbeiða úti á havinum í
longri tíðarskeið í senn og liva undir krevjandi viðurskiftum.



 



Umleið 90 prosent
av øllum vørum verður flutt við skipi, og hetta verður mett at vera mest
umhvørvisvinarligi hátturin at flyta stórar mongdir.



 



Tað var
sjófartsfelagsskapurin hjá ST, IMO, sum í 2010 valdi 25. juni at minnast og
heiðra heimsins sjófólk, og minna heimin á, hvussu týdningarmikil sjófólk eru
fyri allan heimin.



 



Í ár, altso í 2019,
hevur ST gjørt av at seta kikaran á javnrættindi millum kynini til sjós.



 



- Styrkir tú ikki
kvinnurnar á arbeiðsplássinum, missir tú eina rúgvu av talentum, sigur
aðalskrivarin í IMO, Kitack Lim.



 



Kelda:
IMO/Skipsrevyen