Amerikonsku revsiatgerðirnar ímóti kinesiska Cosco skjótt tiknar burtur


















Ónevndar keldur siga við Reuters, at amerikonsko revsitiltøkini, sum USA hevur sett kinesiska
reiðarínum, Cosco, skótt vera tikin burtur.



 



Ein ónevnd kelda
sigur við Reuters, at tekin eru um,
at amerikonsku revsiatgerðirnar móti skipum undir Cosco skjótt verða
burturbeind. Hugsa verður her um reiðaríið, Dalian Tankers, sum Cosco eigur.



 



Revsitiltøkini ímóti
Dalian Tankers vórðu sett í verk, eftir at USA helt seg fáa prógv fyri, at skip
hjá felagnum sigldu ólógligar last úr Iran.



 



Tíðindini vóru
ein skelkur fyri tangaskipamarknaðin, og nógvir avskiparar valdu at fara
uttanum kinesisk tangaskip fyri at vera á tryggu síðuni.



 



Kostnaðurin fyri
at ferma olju hækkaði nógv beinanvegin, tí nógv skip soleiðis vórðu tikin av
marknaðinum samstundis. Men tá tað gjørdist greitt, at revsiatgerðirnar bara
raktu Dalian Tankers, fall prísurin aftur.



 



Kelda:
Shippingwatch