APM Terminals í Los Angeles setir met

Eitt av heimsins størstu skipum hevur vitjað APM Terminals í Los Angeles. Talan er um MSC Isabella, sum vitjaði fyri fyrstu ferð, og lossaði 18.465 bingjur. Tað er heimsmet.

 

“Hetta er eitt heimsmet. APM Terminals og starvsfólk arbeiddu í 6 dagar í 12 skiftum, og tey fluttu meira enn 128 bingjur um tíman og høvdu 30 kranaflytingar um tíman,” segðe Gene Seroka, sum er partur av leiðsluni í havnini.

 

MSC Isabella er við sínum 23.756 teu størsta bingjuskipið, sum nakrantíð hevur vitjað havnina í Los Angeles. Tað er eisini eitt av 11 skipum í risaflokkinum hjá MSC, sum vóru heimsins størstu bingjuskip, til HMM Algeciras fyri kortum varð handað eigarunum sum heimsins størsta bingjuskip.

 

HMM Algeciras tekur bara 208 teu meira enna risastóru skipini hjá MSC.

 

APM Terminals Pier 400 í Los Angeles er størsti privati bingjuterminalurin í Norðuramerika. Í 2019 fóru 2,5 milliónir teu – ella 20 fóts-bingjur um júst hesa havnina.

 

Kelda: American Shipper og Maritimedanmark