Arbeiðs- og hvílitíðir umborð

Føroysku reglurnar um hvílutíð sambært STCW-sáttmálanum frá 2010 hava verið í gildi síðan tíðliga í 2012.  Kunngerðin er at finna her á heimasíðunum saman við kunngerðunum, sum seta millumtjóða MLC-sáttmálan í gildi umborð á føroyskum skipum.

Sjóvinnustýrið ásannar, at fleiri hættir eru at skráseta hvílutíðina umborð.

At hjálpa sjófólkunum at halda skil á hvílutíðaryvirlitinum hava fleiri skipafeløg sett talgilt forrit umborð.  Umframt at rokna rætt, hjálpa eisini forritini sjófólkinum at leggja hvílutíðarskeið inn, sum eru sambært reglunum.  Hetta vil so siga, at tá ið hvílutíðarreglurnar ikki eru hildnar av onkrum ávum, fær sjófólkið áminning um
a)  at gera eini fráviksboð um, hví hetta er hent, og
b)  at fáa nóg mikið av hvíld í tíðarskeiðinum aftaná.

Sjóvinnustýrið ásannar tó eisini, at ikki øll reiðarí eru tll reiðar at seta slíkt forrit umborð.  Vit hava tískil gjørt uppskot til hvílutíðartalvu (í Excel), sum roknar og hjálpir sjófólkinum at halda skil á hvílutíðini sambært reglunum.  Treytin er, at talvan verður fylt út neyvt sambært leiðbeiningini.  Á henda hátt kann sleppast undan vanligu feilunum, ið standast av at talt verður skeivt saman.

Vit bjóða reiðaríunum at royna talvuna eitt avmarkað tíðarskeið og at geva okkum boð aftur um brúkaradygd og onnur viðkomandi ískoyti.

Oyðublað: Arbeiðstíð

Oyðublað - Roynd: - hvílitíðartalvur 2013

Kelda: fma.fo