Barentshavið verður kaldari - ísbrúgvin flytir seg suðureftir


















- Okkara eftirlit vísir, at hitin í Barentshavinum
er lækkaður seinastu fimm árini, sigur HI-granskarin, Randi Ingvaldsen.



 



HI í Noregi hevur
kannað hitan í Barentshavinum í meira enn 70 ár.



 



- Hitin í
útsynningspartinum er á umleið sama stigi sum tíliga í 2000-árunum, sigur Randi
Ingvaldsen.



 



Havveðurlagið í
Barentshavinum er í stóran mun ávirkað av heita atlantshavs-streyminum, sum
kemur av vestri.



 



- Barentshavið er
vorðið kaldari, tí sjógvurin, sum kemur inn móti norska atlantshavs-streyminum,
og sum er framhald av Golfstreyminum, hevur verið kaldari, greiðir Ingvaldsen
frá.



 



Hvussu nógur
heitur sjógvur streymar inn í Barentshavið, valdast hvussu nógvur ísur er í tí
havøkinum.



 



Ísbrúgvin hevur
flutt seg suðureftir síðan 2016.



 



- Tá minni hiti
er komin í øki, er mongdin av ísi vaksin. Men tað eru eisini aðrar kreftir, ið
stýra hesum. Kanturin á ísinum broytist eisini alt eftir hvussu nógvur ísur
kemur inn av norði og eystri, av ættini og um ísurin smeltar ella frystir,
sigur hon.



 



Hvar ísbrúgvin
er, broytist altso fyri hvørji 10 ár, frá ári til ár, og eisini frá degi til
dags.



 



Kelda:
Skipsrevyen