Bretsk skip trýsta IMO á veðurlags-økinum

Sjóferðslufelagsskapurin hjá ST, IMO, noyðist at broyta kós og skerpa veðurlagsmálið avgerandi. Málið skal vera fullkomin burturbeining av CO2-útlátinum í 2050 og ikki bara ein minking upp á 50 prosent í mun til støðið í 2008, sum málið er í dag, heldur UK Chyamber of Shipping.

 

Stundin er koman at taka álvarslig stig í sambandi við CO2-útlátið. Tað segði forstjórin í Chamber of Shippings, Bob Sanguinetti, tá London International Shipping Week byrjaði.

 

“Málið at skerja útlátið í skipaferðsluni 50 prosent er ikki nóg gott. Vit hava tørv á at vísa heiminum, at vit meina tað í álvara, og at tað er tvingandi neyðugt, at IMO setur sær sum mál, at vit í 2025 einki CO2-útlát hava,” sigur Bob Sanguinetti.

 

Útmeldingin fær undirtøku frá bretska ferðsluráðharranum, Grant Shapps.

 

“Sum ein sjófarandi tjóð við einari ríkari søgu og sum vertur fyri COP 26 í ár, eru vit errin av at ganga á odda fyri grøna tíðarskeiðnum í sjóferðsluni og skapa altjóða kós fyri framtíðina til tess at røkka eina reina skipaferðslu,” sigur Grant Shapps.

 

Kelda: TradeWinds / Maritimedanmark