Broytingar í Maersk Oil kosta 139 størv

Broytingar í virkseminum hjá Maersk Oil á sjógvi og landi í Danmark kosta tilsamans 139 størv. Tað skrivar Maersk Oil í tíðindaskrivi um seinna stigið av einfaldingini av felagnum, ið varð fráboðað í januar 2017.

- Seinna stigið av nýskipanini umfatar frálandsvirksemið og ber millum annað í sær flyting av planleggingar- og umsitingarligum uppgávum frá offshore til onshore, skrivar Maersk Oil.

Nýskipanin verður framd sambært danskari lóggávu, og seinna stigið ber í sær 16 færri størv. Fyrra nýskipanin í januar á landi kostaði 123 størv, og sostatt hevur umleggingin tilsamans kostað 139 størv.

Patrick Gilly, stjóri fyri virkseminum hjá Maersk Oil í Danmark, sigur í eini viðmerking:

- Vit hava nú framt nýskipanina av Maersk Oil í Danmark í samsvari við tíðarætlanina, ið varð kunngjørd fyrst í árinum. Við nýggja onshore og offshore bygnaðinum umframt avtaluni við danska statin um framtíðina hjá danska partinum av Norðsjónum, eru vit betri brynjað enn nakrantíð fyrr til at røkka strategiska máli okkara um at byggja upp eina upp aftur sterkari hjáveru í kjarnuumráði okkara í Norðsjónum.

Fakta - Maersk Oil
Maersk Oil í Danmark hevur heimstað í Esbjerg og hevur uml. 1.350 fólk í starvi.

Høvuðsskrivstovan hjá Maersk Oil í Keypmannahavn er ikki umfatað av broytingunum.

Kelda: soefart.dk