Byrja at smíða Titanic II


















Formaðurin í Blue Star Line, Clive Palmer, váttar,
at arbeiðið at smíða Titanic II nú byrjar.



 



Roknað verður
við, at Titanic II verður sett í rutu millum London og New York – tvørturum
Atlantshav – í 2022. Nýggja Titanic fær somu longd sum hin gamla, 269 metrar,
men hon verður eitt sindur breiðari fyri at fáa betri stabilitet.



 



Clive Palmer
boðaði annars fyri nøkrum fáum árum síðani frá, at verkætlanin við Titanic II
skuldi byrja í 2015, men ósemja millum reiðaríið, Mineralogy og kinesisku
stjórnina, sum átti Citic Limited, og sum skyldaði Mineralogy hundraðtals
milliónir dollarar, gjørdi at ætlanin varð av ongum.



 



Ein rættur í
Avstralia hevur nú gjørt av, at kinesiska stjórin skal rinda Clive Palmer
peningin, og tí fer arbeiðið nú í gongd.



 



Blue Star Line
ætlar at geva fólki eina fullkomna Titanic-uppliving við einum skipi, sum fer
at vera innrætta og hava innbúgv júst sum Titanic. Titanic II verður sniðgivið
júst sum gamla Titanic bæði uttan og innan, men Titanic II verður altso eitt
sindur breiðari. Og øll trygdarútgerð verður nútímans, so fólk kunnu vera púra
rólig umborð á nýggja marglætisskipinum.



 



- Fyrsta túrin
fer skipið at sigla upprunaligu farleiðina úr Southampton til New York, men
Titanic II fer eisini at gera longri túrar kring knøttin, sigur Clive Palmer.



 



Kelda: Maritime
Executive