Danir seta met tvørturum Atlantshavið


















Fýra danir hava sett met í at rógva tvørturum
Atlantshavið. Í kappingini “Talisker Whisky Atlantic Challenge” brúktu teir 37
dagar, 11 tímar og 32 minuttir um at rógva túrin. Tað gevur teimum metið sum
skjótastu danir tvørturum Atlantshavið í róðrarbáti.



 



Tað var sonn
gleði at síggja, tá rógvararnir aftur hittu familju og vinir í havnini í
Antigua í Karibia. Lasse Hansen, Mikkel Schmidt, Michael Lyng og Anders
Nørregaard høvdu aftur fingið fast undir føti.



 



Síðan liðið “Row
for Veterans” legði frá landi í La Gomera á Kanarisku Oyggjunum í desember,
hava teir lagt 5.000 kilometrar afturum seg tvørtur um Atlantshavið uppá
met-tíð, hóast stundum ófantaliga veðrið á túrinum.



 



Kelda: Maritime
Danmark