Danski staturin tekur seg úr Norðsjónum

Danski staturin ætlar ikki at halda fram sum meðeigari av olju- og gassøkjunum í Norðsjónum, sum DONG Energy rekur, tá felagið seinni í ár selur sítt olju-og gassvirksemi frá. Hetta hendir, hóast staturin í meira enn 30 ár hevur stríðst hart fyri at gerast meðeigari. Tað skrivar Berlingske Business.

Ein avleiðing av, at staturin ikki longur er meðeigari í hesum virkseminum, verður, at inntøkurnar hjá statinum frá danskari olju- og gassframleiðslu í Norðsjónum falla, umenn í minni mun, tí høvuðsinntøkan stavar frá skatti.

Vinnulívsráðið hjá arbeiðararørsluni finst harðliga at, at staturin fer av feltunum, sum DONG eigur í danska partinum av Norðsjónum.

”Hetta er okkara undirgrund, landsins undirgrund. At hava eitt sindur av statsligum innliti og eitt sindur av statsligum yvirskotsbýti, haldi eg er gott”, sigur Lars Andersen, stjóri í Arbejderbevægelsens Erhvervsråd, við blaðið.

Upplýsingarnar um at staturin ætlar at fara av feltunum eru grundaðar á keldur hjá blaðnum, umframt fíggjarstjóran í DONG, Marianne Wiinholt, sum fyri blaðnum váttar, at framhaldandi statsligur ognarskapur í feltunum ”ikki hevur verið ein trupulleiki”, í sambandi við søluna av olju- og gassvirkseminum hjá felagnum.

Staturin er høvuðspartaeigari í DONG.

Kelda: Berlingske Business