Danskt reiðarí letur smíða blendings CTV-ara

Esbjerg reiðaríðið, MHO-Co, sum hevur serútgjørt seg til tænastu og manningarflutning í frálands-vindmylluvinnuni, hevur sniðgivið tveir nýggjar CTV-arar við ravmagnsmotori. Nýggju tvíkiljurnar verða settar inn í Hornsea Project 2 hjá Ørsted.

 

“At sniðgeva og lata smíða blendings CTV-arar er eitt risastórt fet á umhvørvisleið, og eg eri errin av, at vit í MHO-Co hava fingið nakrar samstarvsfelagar, sum hava somu áskoðan sum vit á burðardygga menning í frálandsvinnuni. Við hesum skipunum bjóða vit framvegis nakrar av størstu og rakstrardyggastu CTV-ararnar í heiminum, og teir kunnu broytast til framtíðar tøkni,” sigur grundleggjarin og stjórin í MHO-Co, Mik Henriksen.

 

Framrakstrarpakkin hjá hesum nýliga mentu skipunum er soleiðis innrættaður, at hann kann tillagast framtíðar umhvørvisvinarligu streymframleiðslu-hættum, til dømis hydrogen fuel cellum ella til aðra tøkni.

 

Í menningini og sniðgevingini av teimum báðum nýggju skipunum hevur MHO-Co samstarvað við Incat Crowther, sum hevur servitan um tvíkiljur. Blandað við innlitinum og royndunum hjá MHO-CO við skipum til manningarflutning, er úrslitið tvey heilt serlig og framkomin skip.

 

Mik Henriksen stovnaði MHO-co í Esbjerg í 2015. Reiðaríið eigur eina røð av skipum, millum annað tvíburðaskipini, MHO Gurli og MHO Esbjerg, sum við teirra 39 metrum til longdar eru heimsins størstu manningaskip.

 

Kelda: Maritimedanmark