Danskt skip á land í Noregi

Danskt skrásetta farmaskipið, Amalie, rendi seg mánadagin upp á turt, tá skipið nærkaðist Hestvikholmene við Averøy norðanfyri Kristiansund í Noregi.

 

Tað 2.035 dwt stóra farmaskipið hevði júst verið í Florø, sum liggur tætt við kenda “veðurstaðið”, Stattin. 23 ára gamla skipið varð sleipað leyst, tá tað fløddi aftur.

 

Amalie fór eftir tað beina leið í havnina í Averøy. Onki verður sagt um, hvørt skipið hevur fingið skaða ella ikki.

 

Sambært Equasis er tað Soltin Marine AS, sum hevur bústað hjá Care og Maritime Management ApS í Aalborg, sum eigur skipið.

 

Kelda: Maritimedanmark og FleetMon