Datt fyri borð frá skipi í Norðsjónum

Ein av manningini á einum hollendskum stand-by-skipi í Norðsjónum datt fyri borð fríggjakvøldið. Eftir leiting í meira enn tveir tímar varð maðurin funnin, ógvuliga niðurkøldur, men á lívi.

 

Skipið var í ferð við at kanna ómannaðar insttallasjónir (frálandsvirksemi) í Norðsjónum millum Skotland og Danmark, tá maðurin fór fyri borð.

 

Manningin á Keizerborg, sum skipið eitur, boðaði bretsku myndurleikunum frá beinanvegin, og tað var umleið kl. 18.30, og teir vóru eisini sjálvir við í leitingini saman við skipun nærindis.

 

Klokkan 20.15, slakar tveir tímar seinni, boðaði eitt frálandsskip frá, at tað hevði funnið og bjargað manninum.

 

Ein bretsk bjargingartyrla kom eftir niðurkølda manninum og fleyg hann til viðgerðar í landi. Hann hevur tað gott, verður sagt á bretska sjúkrahúsinum, har maðurin er innlagdur.

 

Kelda: Maritimedanmark