DFDS byrjar rutu millum Frederikshavn og Oslo

Stena Line hevur júst lagt rutuna millum Frederikshavn og Oslo niður, men longu frá 25. juni tekur DFDS yvir og bjóðar ferðafólki til Oslo umvegis Frederikshavn. Hetta er ein góður møguleiki hjá føroyingum, sum koma til Hirtshals við Norrønu, og vilja sleppa til Noregs, tí skjótt er at koyra úr Hirtshals til Frederikshavn.

 

DFDS byrjar 25. juni at sigla millum Frederikshavn og Oslo. Tað hendir í sambandi við, at reiðaríið tekur uppaftur farleiðina millum Keypmannahavn og Oslo. Tað upplýsir DFDS í eini fráboðan til Keypsskálan.

 

Rutan millum Keypmannahavn og Oslo hevur ligið still undir koronaherjanini.

 

Tað verða tær báðar ferjurnar, sum hava siglt millum Keypmannahavn og Oslo, sum nú fara at røkja ruturnar bæði úr Keypmannahavn til Oslo og úr Frederikshavn til Oslo. Talan verður altso um tvær farleiðir.

 

Sambært DFDS er málbólkurin hjá nýggju rutuni, og tað er rutan millum Frederikshavn og Oslo, fyrst og fremst ferðafólk, sum hava tørv á flutningi. Umstøðurnar umborð verða eisini rættaðar eftir tí.

 

Á báðum rutunum verður dentur lagdur á, at gott pláss er til hvørt einstakt ferðafólk, so tilmælini um frástøðu verða hildin.

 

Kelda: Søfart og DFDS