DIS-lóggávan undir hørðum ILO-trýsti

Funnist verður harðliga at §10 stk. 2 og 3
í DIS-lógini í eini nýggjari frágreiðing frá ILO. ILO heitir á donsku stjórnina
um skjótast gjørligt at fara undir trípartasamráðingar um at fáa loyst
trupulleikan og fáa lógina broytta, so hon lýkur altjóða sáttmálar.

Forboðið í DIS-lógini ímóti, at arbeiðssáttmálar hjá donskum fakfeløgum skulu
fevna um útlendsk sjófólk á DIS-skrásettum skipum, fær í seinastu
frágreiðingini hjá ILO, International Labour Organization, harðastu átaluna
higartil.


Greinin, ið er brot á altjóða sáttmálar, hevur verið eitt stríðsmál, síðani
DIS-lógin kom í gildi fyri 25 árum síðani.


Serfrøðingapanelið hjá ILO heitir á donsku stjórnina um skjótast gjørligt at
fáa loyst trupulleikan gjøgnum trípartasamráðingar við avvarðandi fakfeløg. ILO
væntar samstundis, at danska stjórnin í eini nýggjari fráboðan í desember í ár
upplýsir, hvussu ætlanin er at gera DIS-lógina lógliga eftir altjóða máti.

ILO hevur hert tónan munandi í nýggju frágreiðingini, og samstundis er nú
ein tíðarkarmur settur fyri, nær ILO væntar at fáa eina afturmelding frá donsku
stjórnini.

- Vit hava ferð eftir ferð í CO-Søfart víst á áneyðina av, at
trupuleikarnir við §10 verða loystir, so vit heilsa herda tónanum frá ILO
vælkomnum. Og vit eru til reiðar at vera við í uppskotnu trípartasamráðingunum.
Í 25 ár hava skiftandi stjórnir kveistrað atfinningarnar til viks. Tað er
spell, tí stríðið um §10 er efter míni sannføring eina púra óneyðugur svartur
blettur á DIS, ið sum heild verður mett sum ein av bestu altjóða
skipaskrásetingum. Við aktuella orðaskiftinum eina eina víðkan av
DIS-skrásetingini til eisini at umfata millum annað frálandaskip, er nú eisini
eitt økt trýst á at fáa 25-ára gamla stríðsmálið í DIS-lógini burtur. Allir
partar mugu fordómsfrítt seta seg niður og fáa funnið eina loysn gjøgnum
samráðingar, sigur Ole Philipsen, formaður í Dansk Metals Maritime Afdeling og
CO-Søfart.

Í ILO-frágreiðingini vísir serfrøðingapanelið á, at talið á útlendskum
sjófólkum, ið sum avleiðing av diskriminerandi DIS-lógini onga umboðan hava, er
stórt. ILO vísir til tøl frá stjórnini fyri 2012, ið siga, at 4.759 av teimum
tilsamans 9.316

starvsfólkunum í DIS-flotanum eru útlendingar – ella meira enn helmingurin.

Áheitanin frá serfrøðingapanelinum hjá ILO er soljóðandi:


"..the Committee requests the Government to make every effort to ensure
full respect of the principles of free and voluntary

collective bargaining so that Danish trade unions may freely represent in the
collective bargaining process all their

members..."



Kelda:soefart.dk