Eimskip hevur tryggjað sær lán til nýbygningar

Eimskip hevur nú tryggjað fíggingina til teir báðar nýbygningarnar, sum reiðaríið hevur bílagt frá China Shipbuilding Trading Company og Guangzhou Wenchong skipasmiðjuni. Reiðaríið hevur bílagt tvey bingjuskip upp á 2.150 TEU fyri uml. 32 mió. dollarar hvørt, sum skulu latast í 2019.

Eimskip hevur tryggjað 80 pst av sáttmálaupphæddini gjøgnum eitt 15 ára evrulán í týska bankanum KfW IPEX-Bank. China Export & Credit Insurance Corporation hevur veitt trygd fyri láninum.

Kelda: Eimskip/maritimedanmark.dk