Eimskip og Royal Arctic Line tilreiðar til samsigling hesa vikuna

Eimskip og Royal Arctic Line tilreiðar til samsigling hesa vikuna

 

Eftir at hava arbeitt við ætlanunum leingi, kunnu Royal Arctic Line (RAL) og Eimskip nú byrja samstarvið av álvara, tá nýggja skipið RAL, Tukuma Arctica, leggur leiðina úr Aalborg 11 juni.

 

Tað upplýsir Royal Arctic Line í tíðindaskrivi.

 

Aftrat Tukuma Arctica verður nýggja skipið hjá Eimskip, Dettifossur, partur av samstarvinum, har farið verður til Reykjavíkar bæði til og úr Aalborg.

 

Dettifossur er eftir handanina í Kina í løtuni á veg til Evropa, og ger sín fyrsta túr í samstarvinum í juli. Hin nýbygningurin hjá Eimskip, Brúðarfossur, er seinkaður nakað, og verður ikki klárur fyrr enn í oktober í ár.

 

- Tað er greitt, at fyri Royal Arctic Line er tað ein spennandi og søgulig løta og ein nýggj tíð, vit fara inn í. 245 ára sigling í Grønlandi verður broytt. Nú byrja vit ein liðiligari farmaflutning fyri Grønland, sigur stjórin í Royal Arctic Line, Verner Hammeken.

 

Í fyrsta umfari fara skipini at leggja at í Nuuk í Grønlandi, Reykjavík í Íslandi, og í Aalborg í Danmark. Seinni er ætlanin at Århus, Helsingborg og Frederiksstad í Noregi skulu takast uppí.

 

Kelda: Søfart og Royal Arctic Line