Ein koronutilburður í gjár

Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Tann smittaði er avbyrgdur, og landslæknin er í gongd við at smittuspora.

 

Í gjár vórðu 1.069 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 136.959 kanningar gjørdar.

 

477 fólk í alt hava higartil fingið staðfest smittuna í Føroyum. Av teimum eru 456 fólk staðfest frísk aftur, og sostatt er 21 fólk smittað í løtuni.

 

Eingin er í løtuni innlagdur orsakað av koronusmittuni.