Enn eitt stravið ár hjá alheims shipping-ídnaðinum

Alheims shipping-ídnaðurin kann síggja fram til enn eitt stravið ár, tí yvirkapasitetur á marknaðinum framvegis fer at trýsta búskapin hjá reiðaríunum.


Tað sigur Ma Zehua, ið er formaður í størsta shipping-bólkinum í Kina, China Ocean Shipping Group Co. (COSCO) í samrøðu við Reuters.


"Betringarnar í ídnaðinum fara at taka drúgva tíð. Nógvar avbjóðingar liggja fyri framman," sigur Ma Zehua.


COSCO Group er eitt av teimum 100 størstu almennu konglomeratunum í Kina við meira enn 700 skipum í flotanum, sum sigla til 1600 havnir. Konglomeratið hevur ikki færri enn fimm børsskrásett feløg undir sær, herundir COSCO Holdings Co. og COSCO Corp (Singapore) Ltd.


COSCO Corp (Singapore) hevði eina afturgongd í nettoyvirskotinum upp á 71 prosent í fjør, meðan flaggskipið, China COSCO Holdings Co., roknaði við at fáa eitt pluss í ár eftir minus í 2011 og 2012.


Men sambært Ma er ikki vist, at China COSCO fær eitt pluss, orsakað av framhaldandi óvissuni um heimsbúskapin.


"Vit hava onki mál kunngjørt enn (fyri China COSCO), tí vit ikki við vissu kunnu siga, at tað verður undirskot í 2014," sigur Ma Zehua.


Bingjureiðaríið hjá Cosco tók herfyri upp samstarv við kinesiska CSCL og kann vera á veg inn í samgonguna CKYHE, skrivar Shippingwatch.