Equinor satsar 96 milliardir í Brasilia


















Equinor sigur, at Brasila verður eitt nýtt
kjarnuøki hjá felagnum, sum longu hevur nýtt 64 milliardir krónur, og skal nýta
slakar 100 milliardir krónur aftrat í landinum.



 



46 ára gamlig
oljurisin stríðist við at halda oljuframleiðsluni uppi á tí stigi, sum hann hevur
hildið seinastu mongu árini. Tí finnur felagið sær nú nýggj kjarnuøkið at
framleiða olju í.



 



Equinor hevur
sett pening í stórar ætlanir í Tansania, Bay du Nord-ætlanina í Kanada, og
síðani eru tað fundirnir í Carcará og BM-C-33 í Brasilia.



 



Í Brasilia fer
felagið nú at gera íløgur fyri 15 milliónir dollarar aftrat teimum 10 milliónum
dollarunum, felagið longu hevur sett í oljuvinnuna í Brasilia. Á tann hátt vil
Equinor hækka talið á teimum 90.000 tunnunum, sum felagið framleiðir um dagin í
dag.



 



“´Vit vilja vísa,
hvussu vit arbeiða – bæði fyri at skapa Brasilia og Equinor nýggj virði,” sigur
samtaksstjórin í Equinor, Anders Opedal.



 



Kelda: e24