ES, Norra og Føroyar hava undirskrivað makrelavtalu

ES, Norra og Føroyar hava í kvøld skrivað undir eina
makrelavtalu, ið er galdandi fyri næstu fimm árini.



Síðani samráðingarnar millum strandarlondini slitnaðu í Edinburgh í
síðstu viku, hava partarnir samráðst í loyndum, og í kvøld endaðu
samráðingarnar við semju.



Sostatt er fimm ára langa makrelstríðið millum
strandarlondini í Norðuratlantshavi nú umsíðir av.



Avtalan er tó gjørd uttan um Ísland, men hurðin stendur á
gloppi fyri, at íslendingar kunnu koma við seinni, sigur
ES-fiskivinnukommisserurin Maria Damanaki.



Makrelavtalan ber í sær, at mest loyvda veiðan verður
1.240.000 tons um árið. Av hesum fær ES 50 %, Norra 22 % og Føroyar 12,6 %.
Føroyski parturin svarar til 156.000 tons ella 6.000 tons meira enn í ár.

Sum skilst fær Ísland eina kvotu upp á 10,4 % í sín lut, meðan Russland og Grønland fáa írestandi fimm prosentini.

Handilsforðingarnar, sum ES setti Føroyum 28. august í fjør, eru enn galdandi. Ætlanin er at viðgera tað málið, tá samráðingar verða um svartkjaftin og norðhavssildina í næstu viku. Útlitini fyri eisini at fáa avgreitt hesar samráðingarnar, eru góð, eftir at avtalan um makrelin nú er fingin í lag.