Estonia: Krevja nýggja kanning


















Ferðafólk, sum komu frá Estonia-vanlukkuni í 1994 á
lívi – og familjur teirra, royna nú at fáa sett í verk eina nýggja kanning av
vanlukkuni. Talan var um størstu og álvarsligastu skipsvanlukkuna í friðartíð í
Eystursjónum. Ikki færri enn 852 av teimum 989, sum vóru við, sjólótust.



 



Stjórnin í
Estlandi sigur, at hon fer at seta ein arbeiðsbólk, sum skal gera av, hvat
næsta stigið skal vera, eftir at fleiri teirra, sum komu frá vanlukkuni á lívi,
og familjur hjá teimum, sum yvirlivdu – og hjá teimum, sum sjólótust, hava vent
sær til stjórnina. Tey krevja, at ein nýggj kanning verður sett í verk.



 



“Familjur til
tey, sum fórust í vanlukku, hava biðið um fleiri kanningar, og áðrenn vit kunnu
geva teimum eitt haldgott svar, vilja vit hava serfrøðingar at meta um eina
slíka kanning,” sigur estiska stjórnin í einum boðum.



 



Arbeiðsbólkurin,
sum hevur fleiri limir, sum í dag eru framstandandi ráðharrar í Estlandi, er
settur í kjalarvørrinum av eini avgerð í rættinum í Talinn í oktober 2019, sum
kravdi estisku stjórnina at svara uppá umbøn frá svenskum ríkisborgarum um at
byrja eina umsitingarliga tilgongd fyri síðani at fara undir eina nýggja
kanning av álvarsligu skipsvanlukkuni.



 



Kelda: World
Maritime News