Fara at pumpa olju upp úr brunni, ið varð funnin fyri 30 árum síðani

Norðsjógvurin fær nú eina nýggja oljukeldu.

Týska Wintershall og danski Norðsjóvargrunnurin eru loksins til reiðar at fara undir at bora olju upp úr Ravnbrunninum, skrivar Berlingske.

Hetta er fyrstu ferð í tíggju ár, at Norðsjógvurin fær eina nýggja oljukeldu, hóast meira enn 30 ár eru síðani, hon varð funnin, nevniliga í 1986.

Í 2006 yvirtók Wintershall Ravn-økið saman við almenna danska partnaranum Norðsjóvargrunninum.

Ravn-økið kann verða byrjanin til eitt oljuævintýr fyri Wintershall, sum í løtuni hyggur nærri at møguleikunum fyri oljuútvinningi í umráðnum kring Ravn-økið.

"Vit kenna okkum vísan í, at hetta er byrjanin til nakað positivt, og nú skulu vit læra okkum at skilja, hvussu økið artar seg. Spyrjast góð úrslit burturúr hesum, fara tey at hjálpa okkum at koma víðari," sigur Robert Frimpong, stjóri í Wintershall Nordzee, við Berlingske.

Kelda: shippingwatch