Farmaskip rendi inn í slúsuportur

88 metrar langa farmaskipið, Else, buldraði leygarmorgunin inn í eitt slúsuportur við innsiglingina til Kielarveitina. Vanliga bíða skip sum Else eftir, at loðsur skal koma umborð, áðrenn siglt verður víðari, men ikki manningin á Else. Skipið helt fram leið sína við hampuliga nógvari ferð, og brast inn í slúsuportrið, sum fekk stóran skaða.

 

Boð vóru send eftir loðsi frammanundan, men av einhvørjari orsøk, sum bara manningin kennir, sigldi Else víðari, uttan at fáa loðsin umborð. Fyribils er eisini ógreitt, hví skiparin á 3.729 dwt. stóra skipinum helt fram beinleiðis inn í afturlatnað slúsuportrið, sum fekk stóran skaða, og ikki kann nýtast í løtuni.

 

“Kavarar eru farnir niður at hyggja, hvussu stórur skaðin er undir vatnskorpuni,” sigur Detlef Wittmuss við NDR.de.

 

Stóri trupulleikin er, at einki eyka slúsuportur er til taks í løtuni, sum kann setast upp í staðin fyri løstaða slúsuportrið.

 

27 ára gamla skipið, sum var á veg frá Klaipeda í Litava til Les Sables í Fraklandi, sat fast í slúsuni í seks tímar, áðrenn tað varð togað leyst og siglt á eina skipasmiðju til nærri kanningar.

 

Kelda: NDR.de