Fleiri tons av olju umborð á soknum Maersk-skipum

Tey bæði burturgingnu skipini hjá Maersk Supply Service, ’Mærsk Shipper og Mærsk Searcher’, hava 192 m3 av ymiskum oljuúrdráttum umborð. Umleið 100 m3 eru brenniolja og dieselolja. Tað skrivar ShippingWatch.

Upplýsingarnar stava sambært miðlinum frá einum brævi til danska uttanríkisráðið frá fronsku sendistovuni, sum hevur fingið tær frá Maersk Supply Service.

Reiðaríið váttar, at talan er um 192.000 litrar av olju og oljurestum.

’Mærsk Shipper’ og ’Mærsk Searcher’ sukku 22. desember umleið 60 fjórðingar úr fronsku strondini undir sleiping til Turkalands, har tey skuldu til upphøggingar.

Maersk Supply Service hevur síðani kannað vrakini í samstarvi við fronsku myndugleikarnar.

Seinasta fráboðanin um tey bæði skipini var, at tangarnir møguliga skuldu tømast, um umstøðurnar kravdu tað.

Skipini eiga annaðhvørt at verða tømd ella bjargað, heldur ein umhvørvisserfrøðingur sambært ShippingWatch.

Kelda: soefart.dk