Flutningsskip misti tveir stórar kranar á sjógv


















Tveir ógvuliga stórir og milliónadýrir kranar av
slagnum, Liebherr LHM550, endaðu fríggjadagin í havnini í Rostock, eftir eitt
óhapp umborð á góðsskipinum, Jumbo Vision. Ein maður, sum arbeiddi í havnini,
fekk onkran minni løst í óhappinum, men skipið fekk so stóran skaða, at forboð
er sett tí at leggja frá landi.



 



Sambært norðurtýsku
útvarpsstøðini, NDR, vóru tað tveir tungir koyri-kranar, sum kranin umborð á
flutningsskipinum, Jumbo Vision, sjálvt tók stór umborð, og tað gekk væl.



 



Men av onkrari
orsøk rakti kranin á skipinum annan av koyri-kranunum, sum tá vóru komnir
umborð á Jumbo Vison, og báðir koyrikranarnir endaðu í havnini.



 



Myndugleikar á
staðnum løgdu beinanvegin flótiforðingar út í eini royn at steðga møguligari
dieselolju og hydraulikolju frá kranunum.



 



Nær
koyrikranarnir verða tiknir uppaftur úr havnini, er ógreitt í løtuni.



 



Kelda: Maritime
Danmark