Navigatørformaður hartar donsku myndugleikarnar

Hóast samlaða tonnasjan í Bretlandi er minni enn í Danmark, hava bretar hálvatriðju ferð fleiri yvirmenn á sínum skipum enn danir. Orsøkin er helst, at Bretland leggur størri dent á útbúgving av framtíðarinnar sjófólkum enn gjørt verður í Danmark, skrivar Bjarne Cæsar Jensen, formaður í fakfelagnum hjá donskum navigatørum, Søfartens Ledere, í eini kronikk.

Hann heldur, at ið hvussu er eitt av grannatjekkunum, sum vakstrartoymið hjá stjórnini mælir til í júst handaðu frágreiðingini til vinnumálaráðharran Brian Mikkelsen, eigur at verða gjørt í mun til Bretland.

"Her hava tey eina alheims sjómansskattaskipan, sum bretsk sjófólk kunnu brúka, um talan er um altjóða arbeiði. Í hesum ljósinum hevði verið skilagott at hugt at eini alheims og málrættaðari sjómansskattaskipan, ið kundi avloyst DIS-nettolønarskipanina, so ungir danir við nýggjum maritimum førleikum kunnu hava ein alheims arbeiðsmarknað. Ístaðin fyri eina DIS, sum bindur størv til danskt flagg, meðan vit samstundis mugu staðfesta, at donsku reiðaríini oftari velja útlendska arbeiðsmegi enn danska," skrivar Bjarne Cæsar Jensen:

"Mong útlendsk sjófólk hava í dag betri møguleikar enn donsku starvsfelagar teirra bæði undir donskum og fremmandaflaggi. Hetta merkir, at Danmark er í ferð við at tapa kappingina um framtíðarinnar maritimu førleikar. Vit ynskja sum danskir yvirmenn, á sama hátt sum donsku reiðaríini og maritimu fyritøkurnar, at kunna kappast á jøvnum føti."

Kelda: shippingwatch.fo