Føroyar undirrita søguligar avtalur um landgrunnin norðan fyri Føroyar


















Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og Jeppe Kofod,
uttanríkisráðharri Danmarkar, hava í dag, mikudagin 30. oktober, saman við
ávikavist íslendska uttanríkisráðharranum, Guðlaugur Þór Þórðarson, og Jens
Frølich Holte, norskur varauttanríkisráðharri, undirskrivað marknasemjur um
landgrunnin millum Føroyar, Ísland og Noregi í økinum uttanfyri 200 fjórðinga
sjómarkið.



 



Undirskrivingin fór fram
í Stokkhólm. Jenis av Rana undirskrivar vegna Føroyar, og Jeppe Kofod
undirritar vegna Kongaríki Danmarkar.





Føroyar, Ísland og Noreg hava sett fram krøv um lut av landgrunninum
norðanfyri Føroyar. Krøvini hjá teimum trimum londunum umskaraðust á einum øki,
ið svarar til 111.500 km2.



 



Partarnir gjørdu longu í 2006 eina
fyribils semju um, hvussu økið við umskarandi krøvunum hjá londunum skuldi
býtast. Føroyar fingu tilluta umleið fjórðing av tí samlaða umskaraða økinum.
Ísland fekk tillutað áleið eitt sama øki, meðan Noreg fekk tillutað umleið
helmingin av økinum, hetta tí Noregi hevur rættindi til landgrunnin bæði frá
norska meginlandinum og oynni Jan Mayen.



 



Fyribils avtalan um býtið treytaði
tó, at Landgrunnsnevndin hjá Sameindu Tjóðum (ST), ið hevur til uppgávu at
vísindaliga eftirkanna krøvini hjá londunum, góðkendi krøvini hjá øllum trimum
londunum.



 



Landgrunnsnevndin hjá ST hevur
síðani góðkent krøvini hjá teimum trimum londunum og harvið grundarlagið fyri
semjuni frá 2006. Síðani eru millumlanda samráðingar uppafturtiknar. Hesar hava
snúð seg um at avtala og útgreina eina løgfrøðiliga skipan, um hvussu farast
skal fram, um funnin verða marknaumskarandi ráevnisfund í økinum.



 



Við hesum marknasemjum við Noreg og
Ísland fáa Føroyar tillutað 27.000 km2 av landgrunni.



“Tað er sera gleðiligt, at vit nú
aftaná eina áralanga tilgongd kunnu taka seinastu og søguligu fetini við semju
í hesum málinum, sum hevði kunnað blivið ein møguligur tvídráttur millum
grannatjóðir” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.



 



“Úrslitið stendst ikki minst av
einum framúr góðum samstarvi tvørtur um landamørk og um fakmørk, herímillum
landmátarar, sjómátafrøðingar, kortteknarar, diplomatar og løgfrøðingar.
Harumframt vísir úrslitið í verki góðu og sterku fakligu samstørvini millum
Danmark og Føroyar.”


Kelda: Uttanríkisráðið