Fríkendur fyri at hava skorið part av gronini


















Ein norskur reiðari valdi at skera ein part av
gronini á báti sínum, fyri at koma undir lógina fyri longd á báti. Tað er heilt
ílagi, sigur tingrætturin í Lofoten.



 



Fiskibáturin,
Strandflæsa, var upprunaliga 15,45 metrar langur. Men eftir at hava skorið 48
sentimetrar av gronini, kom hann undir 15 metra-markið og fekk soleiðis eina
einfaldari eftirlitsskipan, skrivar NRK.



 



At taka ein part
av gronini gav ongar trupulleikar, men tá reiðarin ætlaði at seta hetta
avskornað stykkið uppá aftur bátin, fekk hann trupulleikar. Ákærumyndugleikin valdi
at stevna reiðaran við kravi um bót uppá 95.000 norskar krónur (umleið 67.000 danskar
krónur).



 



Nú hevur
Tingrætturin í Lofoten púrasta fríkent reiðaran. Rætturin skrivar í dóminum, at
ongin rættarpraksis finst á økinum, sum kann siga naka um, hvussu hugtakið “skrokkur”
á einum báti skal skiljast, tá tú mátar longdina.



 



Løgverjuinspektørurin,
Steffen Ravnåsen, sigur við NRK, at Ríkisadvokaturin umhugsar nú, um dómurin
skal skjótast inn fyri ein hægri rætt.



 



Kelda:
Skipsrevyen