Fulla megi fram og harðliga í bakborð


















Tað hendir nakað, tá tú gevur einum flogbera, sum
er útjgørdur við tveimum máttmiklum kjarnokrureaktorum, fulla skrúvu fram, leggur
róðrið harðliga í bakborð – og síðani í stýriborð. Sum tað sæst á hjálagda
sjónbandabroti, so sær tað bæði áhugavert og spennandi út.



 



75 milliardir
krónur dýri flogberin, USS Gerald R. Ford, varð latin amerikanska flotanum í
fjør, men hann hevði so nógvar barnasjúkur, at hann noyddist á sleipistøð aftur
í 15 mánaðir.



 



Nú verður 337
metrar langa skipið royndarsiglt uttan fyri Virginia, áðrenn tað aftur verður
latið flotanum.



 



Hóast longu
tíðina á sleipistøð og stórar eykarokningar, er flogberin framvegis ikki heilt
tilreiðar til bardaga. Nýmentu katapultarnir rigga framvegis ikki, sum teir
skulu, og tað sama er galdandi fyri fleiri av vápnalyftir.



 



Kelda: Maritime
Danmark