Fyrsta oljan frá risaøkinum Johan Sverdrup


















Johan Sverdrup-útbyggingin er tann størsta á
norska landgrunninum síðani einaferð í 1980-unum. Leygardagin, fyri tveimum
døgum síðani, byrjaði fyrsta framleiðslan úr brunninum. Equinor hátíðarhelt
tað, men hjá umhvørvisrørsluni var ongin veitsla.



 



Longu frá
byrjanini pumpaðu Equinor og samstarvsfelagarnir Lundin, Aker BP, Total og
Petoro olju upp fyri 10 milliónir norskar krónur um dagin - úr fyrsta
brunninum.



 



Tá framleiðslan
veruliga er komin í hæddina í øllum økinum, verður pumpað fyri 300 milliónir
norskar krónur um dagin, tað eru umleið 225 danskar krónur um dagin. Tað verður
samstundis ein triðingur av allari norskari oljuframleiðslu.



 



- Hetta er ein
stórur dagur fyri Equinor og fyri Noreg. Vit hava brúkt fýra og eitt hálvt ár uppá
hesa útbyggingina. At gongd nú er komin á fyrsta brunnin, ger hetta til eina
søguliga hending fyri okkum, sigur Anders Opedal, samtaksstjóri fyri tøkni,
ætlanir og boring við norska kringvarpið, NRK.



 



Samstundis eru
tað 50 ár síðan, at Ekofisk-økið byrjaði norskt oljuvirksemi.



 



Í Johan Sverdrup-økinum
roknar Equinor við framleiðslu næstu 50 árini.



 



Spurdur um, hvat
árin oljuframleiðslan fer at hava á umhvørvið, sigur Anders Opedal í Equinor:



 



- Vit gera alt
fyri at norsk olju- og gassframleiðsla verður gjørd við so lágum útláti sum
tilber. Skulu veðurlagsmálini røkkast, er tað neyðugt at slík framleiðsla
verður raðfest, sigur hann.



 



Men hetta vekir
ikki undran hjá umhvørvisrørsluni, sum fleiri ferðir hevur funnist at
risaútbyggingini. Greenpeace til dømis heldur, at Equinor lumpar ungdómin.



 



Kelda: NRK